Týsdagurin 30. januar 2018 verður ein søguligur dagur í føroyskari fótbóltssøgu, tí tá verður fyrstu fótbóltsvenjingarnar í Marghøllini í Vági.
Við hesum er tað størsta frambrotið hjá føroyskum fótbólti síðani graslíkisvallirnar komu til landið miðskeiðis í 1980unum veruleiki.
Sum verða man, verða tær fyrstu venjingarnar fyri lokal lið og lið hjá Suðuroyingum.
Marghollin.fo skrivar, at fyrstu fótbóltsvenjingarnar verða fyri ungdómsdeildina hjá FC Suðuroy, seinni venja U15, U17, U21 og Betri-liðið hjá Suðuroyingum.
Vant verður soleiðis
- 14.30 – U11 & U13 – (ÁRG. 2005/2006-2007/2008) GENTUR & DREINGIR
- 16.00 – U7 & U9 – (ÁRG. 2009/2010–2011/2012 & YNGRI) GENTUR & DREINGIR
- 17.15 – U15 & U17 (ÚRVALSVENJING FSF) – (ÁRG. 2001/2002–2003/2004)
- 18.30 – BETRIDEILDIN
- 20.00 – U21 (ÁRG. 1997/1998/1999/2000)
Allar gentur, sum eru áhugaðar í at spæla fótbólt í ár eru vælkomnar til venjingarnar og kunnu annars eisini siga høvuðsungdómsvenjaranum, Jón Paula Olsen frá á tlf. 277927.
Hugsað verður m.a. um gentur og kvinnur í hesum deildum: 1 DEILD KVINNUR, U18 GENTUR, U15 GENTUR, U13 GENTUR, U11 GENTUR, U9 GENTUR OG U7 GENTUR.
Facebook viðmerkingar