Tvøroyrar kommuna leitar eftir einum dugnaligum og ágrýtnum hjálparfólki til ungdómshúsið Pakkhús 4, at byrja 3. oktober 2022 –ella skjótast gjørligt. Talan er um fastløn starv 30t/viku.
Vilt tú verða við til at mynda framtíðina hjá ungdóminum á Tvøroyri, so er Pakkhús 4 júst staðið til tín.
Pakkhús 4 er staðið har børn og ung í Tvøroyrar kommunu, sum ganga í skúla í flokkunum 3. til 10. flokk møtast eftir skúlatíð at spæla borðspøl, telduspøl, syngja, práta, til hugna, læra ymiskt handaligt, spæla tónleik o.m.a. -Alt skipað í einum rúsfríðum umhvørvi eftir SSP samstarvinum. Strembað verður eftir at kunna veita børnum og ungum tryggar og góðar karmar at møtast eftir skúlatíð. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tó kunna broytingar fyrikoma.
Útbúgving, royndir og førleikar:
- viðkomandi útbúgving, kann vera ein fyrimunur, men er ikki ein treyt
- er blíð-/ur, fyrikomandi, nærlagdur-/nærløgd, røkin, álítandi og góð samstarvsevnir
- hug, evni og dáma væl at arbeiða við børnum og ungum
- hevur hugsjónir og áhuga innan ungdómsarbeiði
- royndir innan ungdómsarbeiði er ein fyrimunur, men er ikki ein treyt
Uppgávu v.m.:
- í samráð við leiðaran skapa tryggleika og hava virðing og umsorgan fyri tí einstaka
- í samráð við leiðaran skipa fyri tiltøkum, ið hóska til ymisku aldursbólkarnar
- hava áhuga í, og vera opin fyri, einum fjølbroyttum gerandisdegi
- í samráð við leiðaran samstarva um nýggj hugskot, børnunum at frama
- í samráð við leiðaran virka fyri, at reglugerðir viðv. trygd, reinføri og ruddiligheit kring húsið verða yvirhildnar
- kunna arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og duga væl at samskifta við børn og vaksin
Ungdómshúsið kann m.a. bjóða:
- eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum
- ein gerandisdag í hugnaligum hølum í søguligum nærumhvørvi
- umframt leiðaran, eru 3 hjálparfólk knýtt at ungdómshúsinum, ið starvast í skiftandi vaktum
Setanar- og lønarviðurskifti:
- talan er um fast starv frá 3. oktober 2022 -ella skjótast tilber
- talan er um starvstíð á 30 tímar um vikuna, har arbeitt verður í skiftandi vaktum.
- starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag
- tilvísing til leiðaran av ungdómshúsinum
Umsókn:
Umsóknin saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum v.m., skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30. september 2022 kl. 12.00. –GG. Krav er at barnaváttan verður útvega, áðrenn setanin kann gerðast endaliga virkin.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Arthur Djurhuus, leiðara av ungdómshúsinum, á telefon 781188 ella Fróða Mortensen, kommunustjóra á telefon 781122.
Facebook viðmerkingar