Strandfaraskip Landsins søkir fíggjarkontrollara

Fíggjarkontrollari søkist at mynstra umborð á fíggjardeildina hjá Strandferðsluni.

Sett er út í kortið at endurnýggja strandferðsluflotan, eins og ymiskar aðrar broytingar munnu fara at verða á leiðini. Sum forlongdi armurin hjá fíggjarleiðaranum kemur tú tí ikki at keða teg.

Fíggjardeildin er saman við hinum deildunum á SSL týdningarmikil liður í samlaðu stýringini ígjøgnum tíðun baldrut farvatn. Tí brýtur onkuntíð í bæði borð.

Lyklaorðið í tínum virki verður at hava eitt eyga á hvørjum fingri og duga at navigera í nógvum tølum. Leiðirnar eru onkuntíð kringlutar, og av og á mást tú rógva á aftur. Aloftast bragdar tó.

Tú fer at fáa góðan møguleika fyri at skapa títt starv umvegis tíni avrik. At halda vakið eyga við nýtsluni í mun til játtanina, ið SSL fær frá landinum, kemst ikki uttan um er ein av tínum høvuðsuppgávum.

Tínir nærmastu starvsfelagar verða fíggjarleiðarin og skuldara- og ognarabókhaldarar tveir. Ynskiligt er, at tú hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir og kann tørna til í seinasta lagi 1. apríl 2023.

Tú dugir væl at samskifta, er fyrikomandi og hevur sjálvsagt eyga fyri smálutinum og kann seta hendan inn í heildina. Tú mást eisini sera gjarna vera stigtakandi.

Løn og setan

Starvsstaðurin er Sjógøta á Tvøroyri, tvs á brúnni hjá SSL. Lønin er ásett út frá sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag ella Starvsfelagið.

Ert tú spurin um starvið, vend tær so endiliga til Dan Djurhuus, fíggjarleiðara á fartelefon 293025 ella á teldupostinum dad@ssl.fo.

Ynskir tú at søkja starvið, send okkum so í seinasta lagi 30. januar kl.12 umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum.  

Facebook viðmerkingar