www.ssl.fo: Í samband við umvælingar arbeiði á høvuðsmaskinaríi, hjá Smyrli, varð sum kunnugt ein deilur sendur av landinum til umvælingar.
Strandferðslan hevur nú fingið upplýst frá veitarunum at arbeiði at umvæla deilin er í gongd, og væntandi fer Smyril aftur at sigla við 4 motorum frá 26/02-2018.
Tískil verður neyðugt at tillaga ferðaætlanina hjá Smyrli til broyttu umstøðurnar í komandi viku og til allir motorarnir aftur eru tøkir.
Tað at vit eru mitt í vetrartíð og at Smyril hevur havt sera torført við at halda ferðaætlanina higartil, krevur broytingar.
Broytta ferðaætlanin kemur í gildi frá 17.02.2018 kl.07:00.
Nýggja ferðætlanin fyri Smyril við 3 motorum sæst her
Facebook viðmerkingar