Jólahjálp í Sp.f Esla á Tvøroyri

Handilsfyritøkan Sp/f Esla og Næstin á Tvøroyri hava gjørt av at hjálpa fólkum, ið meta seg hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman til jóla.

í gjár kunngjørdi Sp/ Esla á teirra Facebook vanga, at tey hava gjørt av at lata 50 gávukort á kr 500,- til støk foreldur við børnum, barnafamiljur og eldri borgarar í Suðuroynni, ið hava tað trupult at fáa endarnar at røkka saman nú kostnaðurin á mestsum øllum vørum er øktur munandi seinastu tíðina.

Eigararnir av Sp/f Esla siga, at tað hevur alstóran týdning fyri tey og teirra fyritøku, at kunna hjálpa í nærumhvørvinum og at hetta kemur serliga til sjóndar um jólini, har ongin eigur at mangla mat..

-Í Sp/f Esla eru tey sera heppin og glaður um at hava henda møguleikan at kunna hjálpa fleiri fólkum og í ár er støðan nakað heilt serlig, nú kostnaðarstøði er hækka munandi á mestsum øllum húsarhaldsvørum; Ynskið er, at hóast økt kostnaðarstøði, skulu øll hava møguleika at eta gott á Jólum.

-Og í dag verður kunngjørt á Facebook vanganum hjá Sp/Esla, at felagsskapurin Næstin á Tvøroyri eisini hevur tikið avgerða um at rætta eina hjálpandi hond.

Sp/Esla kunnar í dag um, at í felagsskapinum Næstin, eru tey sera glað og takksom um, at kunna boða frá, at felagsskapurin Næstin eisini hevur avgjørt at veita jólahjálp. Sostatt verður nú veitt “double-up”. Tvs. at tey, sum søkja um jólahjálp, fáa tvey gávukort á kr. 500,- (tvs. kr. 1.000,- kr. tilsamans), at keypa vøru í Sp/f Esla á Tvøroyri.

Sagt verður, at tey sum longu hava søkt, blíva viðgjørd samsvarandi avgerðini hjá Esla og Næstin, og nýtast tí ikki søkja av nýggjum…

Fólk sum ynskja at søkja um gávukort frá Sp/f Esla og frá Næstin kunna søkja her

-upplýst verður, at allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði……

Sp/f Esla og Næstin ynskja øllum eini Gleðilig Jól….

Jól í Esla, -Við Sílá á Tvøroyri

🌲

Facebook viðmerkingar