Árliga og væl umtókti jólahugnin, sum Tvøroyrar Kommuna skipar fyri í viðarlundini, verður nú fríggjadagin, 30. desember kl. 16:00.
Viðarlundin er um hesa árstíðina prýdd við jólaperum, sum somuleiðis lýsa hugnaligu gøturnar millum trøðini upp, so væl er gangandi, sjálvt um myrkt er. Hetta tiltak er eisini eitt gylt høvi hjá barnafamiljum og øðrum at kobla úr frá tí strævna gerandisdegnum, og njóta náttúruna og vakra umhvørvi í og runt viðarlundina. Ókeypis, heitt kakao og bollar eru at fáa, og jólamaðurin hevur okkur gott í posanum til børnini.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Tvøroyrar Kommuna
Facebook viðmerkingar