Um tú enn ikki hevur vitja “Siðsøgulig jól á Tvøroyri” er bert opið í 2 dagar afturat.
Í morgin tórsdagin 29. des. er opið millum kl. 14.00 til 18.00. Og allar seinasti dagur opið er, er nýggjársaftansmorgun 31. des. millum kl. 10.00 til kl. 12.00, hetta samstundis, sum Tvøroyrar Kommuna bjóðar øllum borgarum á Tvøroyri til morgunmat á Seglloftinum kl. 10.00.
Tvøroyrar kommuna hevði sett sær fyri, at so nógv fólk sum yvirhøvur til bar, fingu møguleika at síggja framsýningina “Siðsøgulig jól á Tvøroyri” og eru fólk komin úr øllum Føroyum at vitja. Sigast má at tiltakið hevur eydnast avberða væl, og ynskir Tvøroyrar Kommuna at takka øllum tykkum fleiri enn 2.000 vitjandi, frá nær og fjar, fyri einastandandi undirtøkuna siðsøgulig jól hava fingið.
Tvøroyrar Kommuna ynskir serliga at takka tykkum mongu, sum frívilliga hava hjálpt til við tiltakinum; uttan tykkara hjálp og íkast, bar slíkt ikki til…
Á Tvøroyri eru savnsbygningar, ið bera søgur og dýrgripir við sær frá farnari tíð, ið eru av vakrastu perlum ein kann ímynda sær.
“Friður á jørð og í menniskjum góður tokki”, lýsa fyrireikararnir báðir Johan Holm Simonsen og Theresa Turiðardóttir Kreutzmann tiltakið siðsøgulig jól á Tvøroyri….
Hetta hevur eydnast til fulnar og eru gomlu søguligu húsini á Tvøroyri, ið stava frá kongiliga handils monopoltíðini í 1836 -Faktorhúsið, Doktarahúsið, Gl.Kgl. Einahandilin, Pakkhús 5, Pakkhús 4, Seglloftið og Gestastovan- rættuliga komin til orðana og víst vitjandi munin á farnum og nýggjum tíðum… Sigast má, at her eru dýrgripir latnir í gávu frá okkara forfedrum til okkara eftirkomarar, ið eru at meta við sannar og væl varðveittar perlur, ið ikki hava sín líka nakra aðrastaðni um okkara leiðir…
Í góðveðrinum í dag, vitjaði Aðalkonsul Íslands, Ágústa Gísladóttir Tvøroyrar Kommunu, har m.a. var vitja síðsøgulig jól.
Stór var tín fortíð, størri framtíðssjón,
eg síggi bjart, bert áræði og vón,
í vænum moyggjum, eins og dreingjum er.
Brátt skal fram aftur ganga við ferð.
Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu um siðsøgulig jól her og á facebook bólkinum Siðsøgulig jól her
Tvøroyrar Kommuna ynskir øllum gott nýggjár…
Facebook viðmerkingar