Ein Ársins leiðari innan privatu vinnuna og ein innan tað almenna skulu veljast. Øll kunnu tilnevna (í trúnaði).
Ársins leiðarar í 2022 gjørdust Poul Geert Hansen fyri tað almenna og Jan Ziskasen fyri tað privata.
Nú kanst tú gera tína ávirkan galdandi og tilnevna Ársins Leiðarar 2023. Øll kunnu tilnevna Ársins Leiðarar.
Allir tilnevningar verða viðgjørdar í trúnaði.
Einfalt at tilnevna – útfyll nøkur fá felt í trúnaði
Tveir leiðarar skulu veljast. Ein innan privatu vinnuna og ein innan tað almenna. Tað er sera einfalt at tilnevna. Tú skalt bert útfylla nøkur heilt fá felt, so sum navn á teimum, tú tilnevnir og eina grundgeving.
Spell um tín leiðari hevur uppiborið heiðurin, og ikki er tilnevndur
Tað vildi verið spell, um tann leiðarin, sum tú heldur eigur heiðurin uppibornan, ikki fær møguleikan, tí viðkomandi ikki er tilnevndur. Kanska eigur tín leiðari at gerast Ársins leiðari 2023, ella kanska kennir tú onkran leiðara, sum tú heldur hevur uppiborið heiðurin? Tú hevur kanska áður tilnevnt tín leiðara, uttan at viðkomandi varð valdur? Gev viðkomandi møguleikan aftur í ár og send okkum tilnevning í seinasta lagi 7. mars.
Tú kanst senda tilnevning til Ársins Leiðarar 2023 bæði innan tað privata og almenna.
Tú ert vælkomin at tilnevna fleiri. Einasta treytin er, at tað skal verða ovasti stjóri/leiðari á einari fyritøku/stovni/felag ella nevndarforkvinnu/-mann.
Dómsnevndin tekur endaliga støðu til, hvør er skikkaður, og hvørji verða kosin Ársins Leiðarar, ein innan tað almenna og ein innan tað privata.
Tú kanst tilnevna frá leinkjuni HER!
Les alt um og tekna teg til Leiðaradagin HER!
Facebook viðmerkingar