Reglugerðin um óljóð frá skipum hevur riggað væl. Fleiri larmandi skip hava gjørt ábøtur fyri at minka um óljóðið, og enn fleiri ábøtur eru ávegis. Tað vísir eftirmetingin, sum myndugleikarnir hava gjørt av reglugerðini, og sum hevur fingið Kommunufelagið at seta eina nýggja reglugerð í verk.
Í januar 2022 kom nýggja reglugerðin um óljóð frá skipum í gildi. Hetta varð gjørt eftir umfatandi ljóðkanningar á havnarløgum, grannaløgum og inni í privatum bústøðum. Til samans 273 kanningar vórðu gjørdar, og burturúr hesum bar til at gera eftirfarandi hagfrøðiligar greiningar sum fakligt grundarlag at seta mørk fyri óljóði frá skipum.
– Tað var ongin ivi um, at nøkur skip larmaðu ov nógv. Og eisini óneyðuga nógv. Kommunurnar vildu tí í felag finna eitt mark, ið bæði kundi mátast á havnarlagnum, og sum eisini gjørdi mun inni hjá fólki, sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, sum eisini sjálvur luttók í eftirmetingararbeiðinum.
Sambært reglugerðini skulu skip ikki sleppa í føroyska havn, um tey bróta markvirðini og ikki innan í mesta lagi 6 mánaðir megna at fáa viðurskiftini í rættlag.
Eftirmetingin tók støði í 82 nýggjum mátingum av til samans 50 ymiskum skipum. Fyri 3 skip var ljóðstøðið so høgt, at tey longu í 2022 fingu bann at koma í føroyska havn. Og 1. juli 2023 leggjast 8 nýggj skip afturat hesum lista, um tey ikki gera munagóðar ábøtur áðrenn tað.
– Eftirmetingin staðfesti myndina av, at tað vóru bert eini 10-15 skip, sum vóru atvoldin til meginpartin av ampanum hjá borgarunum. Tey skulu gera ábøtur, og tað hava nógv teirra longu gjørt ella lagt ætlanir fyri. Í so máta hevur reglugerðin riggað sera væl, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Longu á sumri 2022 varð so smátt farið undir at eftirmeta reglugerðina og markvirðini saman við táverandi Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, Umhvørvisstovuni og umboðum fyri kommunala havnarnetverkið. Hetta arbeiðið varð liðugt um ársskiftið.
Eftir politiska viðgerð á borgarstjóra- og stýrisfundum hevur Kommunufelagið við støði í eftirmetingini gjørt av at gera nakrar broytingar og tillagingar í reglugerðini. Broytingarnar og tillagingarnar eru í høvuðsheitum hesar:
– Reglugerðin hevur fingið nýtt heiti: Felagskommunala havnarreglugerðin.
– Nýggjar ásetingar eru um, hvussu klagur um royk skulu viðgerast.
– Nýggjar ásetingar skulu forða fyri, at skip broyta raksturin fyri at fáa lægri ljóðmáting.
– Undantøk frá reglunum kunnu eftir nærri treytum gevast til farma-/ferðafólkaskip, sum til dømis eru í fastari rutu til Føroya.
– Harumframt eru aðrar smærri broytingar og málsligar tillagingar gjørdar.
Nýggja havnarreglugerðin er galdandi frá 1. februar 2023 í øllum kommunum, sum í síni tíð samtyktu reglugerðina um óljóð frá skipum.
Facebook viðmerkingar