Nýggjur bólkur í Suðuroynni

Í næstum byrjar ein nýggjur sjálvhjálparbólkur í Suðuroynni til ung yvir 18 ár, ið kenna ótta og angist. Hetta er triðju ferð, at Sinnisbati bjóðar sjálvhjálparbólk út til ung við ótta og angist. Undirtøkan og afturmeldingarnar hava verið sera góðar. Tí bjóða vit tilboðið aftur.

Um bólkin

Í sjálvhjálparbólkinum fáa luttakandi møguleika at hitta onnur ung, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila tankar, kenslur og royndir saman. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur av angist og ótta í gerandisdegnum.

Bólkurin byrjar 6. mars, ella tá fullteknað er. Luttakarar møtast 10 ferðir saman við bólkaleiðara, mánadagar millum kl. 15.30. og 17.30 í hølum í Vági. Pláss er fyri 10 luttakandi í bólkinum.

Bólkurin er skipaður í samstarvi við Vivian Sjóðklett og Kunstterapi.fo. Vivian Sjóðklett, sum fer at leiða bólkin, er útbúgvin námsfrøðingur, kunstterapeutur og kynslívsfrøðingur. Vivian nýtir millum annað amboð innan kunstterapi og mindfulness. Eingi krøv ella ávísir førleikar eru neyðugir fyri at kunna luttaka í bólkinum – einans at tú ert yvir 18 ár.

Luttakarar og bólkaleiðari eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.
Tað er ókeypis at luttaka í bólkinum, men avmarkað pláss er.

Melda til

Tilmeldingin fer fram við at skriva ein teldupost til Sinnisbati@Sinnisbati.fo. Einans starvsfólk hjá Sinnisbata og bólkaleiðari síggja tína tilmelding. Við at melda teg til, loyvir tú Sinnisbata og bólkaleiðara at seta seg í samband við teg viðvíkjandi luttøku.

Øll eru vælkomin at venda sær til Sinnisbata við spurningum á telduposti ella við at ringja á 597913.

Facebook viðmerkingar