Fyrilestur: Kostráðini, matumhvørvi & tann góði smakkurin

Virkin Vágur 2023

Mánakvøldið 13. februar klokkan 20.00 hevur kostfrøðingurin Snorri Patursson fyrilesturi í Miðlatúni.

Við heitinum Kostráðini, matumhvørvi & tann góði smakkurin leggur Snorri Patursson, kostfrøðingur hjá Fólkaheilsustýrinum, fram m.a. nýggju kostráðini og um matumhvørvi í Føroyum. Fyrilesturin er ókeypis og partur av heilsuátakinum Virkin Vágur. Á fyrilestrinum ber til at fáa ókeypis faldarar og plakatir um nýggju almenni kostráðini.

Um Snorra

Snorri hevur seinastu 12 árini arbeitt við fyribyrgjandi og heilsufremjandi verkætlanum innan fólkaheilsu, mat, rørslu og matmentan og var stigtakari og ein av stovnarunum av Tvørmegi CrossFit í 2013. 

Eg havi ein brennandi alsk til at bøta um fólkaheilsu føroyinga við støði í føroyskari mentan, samleika og siðvenju, tó við nýhugsan og krativiteti. 

Facebook viðmerkingar