Altjóða kvinnudagur, Føroya Fólkaháskúli 8. mars

Javnstøðunevndin og Amnesty International Føroyar: Hvørjar eru persónligu og
samfelagsligu avleiðingarnar av niðrandi málburði?

Á altjóða kvinnudegnum skipa Amnesty International Føroyar og javnstøðunevndin fyri
almennum sofapráti um persónligu og samfelagsligu avleiðingarnar av niðrandi málburði á
sosialu miðlunum. Sofaprátið er liður í stórum Altjóða kvinnudagshaldi, sum verður á
Føroya Fólkaháskúla 8. mars.


Tær, sum fara at viðgera evnið, eru Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú, Annika Olsen, lands- og
kommunalpoltikari og Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum á Setrinum.
Barbara Holm stýrir sofaprátinum.


Sama sjabb?
Sjón gekk fyri søgn, tá Anna Falkenberg fyrr í ár hevði hildið sína fyrstu røðu á
talarastólinum sum nývaldur fólkatingslimur. Næstu dagarnar var ein ørgrynna av niðrandi
viðmerkingum at lesa á sosialum miðlum. Viðmerkingarnar snúðu seg ikki um boðskapin,
Anna Falkenberg hevði á talarastólinum, men um, at hon er ikki før fyri at umboða okkum
sum land – tí hon er kvinna. Um sama mundið vóru eisini nógvar niðrandi viðmerkingar at
síggja um Hervør Pálsdóttir og Ingilín Didriksen Strøm.


Niðrandi málburður á netinum eru onki nýtt fyribrigdi, og heldur ikki er nýtt at varpa ljós á
henda trupulleikan. Vit eru tó sannførd um, at so leingi sum vit síggja hesa atferð á sosialu
miðlunum, er neyðugt, at hetta orðaskiftið heldur fram.


Á tiltakinum á Háskúlanum 8. mars seta vit tí spurningar sum: Skulu vit stúra fyri, at vit fara
at síggja meiri av slíkum málburði, nú vit hava fingið fleiri kvinnur í løgtingið, landsstýrið og
Fólkatingið? Er trupulleikin einans eitt natúrligt hjáárin, tá kvinnur trína á almenna pallin?
Hvussu ávirkar niðrandi málburður persónliga? Og hvussu við almenna kjakinum og
fólkaræðisligu samrøðuni? Ávirkar hetta hugin hjá fólki at siga sína meinning og taka lut í
eitt nú politikki?


Tiltakið á Háskúlanum byrjar kl. 19, og innslagið um niðrandi málburð byrjar kl. 20.30.


Vælkomin á kvinnudagshald á Háskúlanum!


Vegna javnstøðunevndina og Amnesty International Føroyar
Brandur Mortensen Nolsøe
Turið Maria Jóhansdóttir

Facebook viðmerkingar