Hópurin til menningarkapping úttikin, tveir suðuroyingar í hópinum

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hópin til menningarkapping fyri WU17 landslið, sum verður á Malta 9.-18. apríl


Tað er nógv landsliðsvirksemi á skránni í hesum døgum, og nú er hópurin úttikin til WU17 menningarkapping á Malta um knappar tvær vikur.

WU17 landsliðið er í løtuni eisini í Litava til EM undankapping, har tær hava vunnið tær báðar fyrru av trimum undankappingardystum. Tann hópurin er fyrst og fremst mannaður við spælarum, sum eru føddar í 2006, ímeðan hópurin, sum í næstum skal til menningarkapping á Malta, er mannaður við spælarum úr árgangi 2007.

Sostatt fáa samanlagt heilt nógvir ungir spælarar landsliðsroyndir við hesum nýggja møguleikanum.

Í kappingini skulu Føroyar spæla móti Slovakia, Lettlandi og Malta, og hesar 18 eru á listanum hjá landsliðsvenjaranum:

Ingrid Berg Rasmussen, EBS/Skála
Jakobina Bergsdóttir, EBS/Skála
Alda Petersen, EBS/Skála
Sofía Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Maria Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Bára Tórálvsdóttir Poulsen, HB
Mira Bendix Laursen, HB
Marta Østerø, HB
Birita Mohr, KÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Petra Geyti, NSÍ
Eydna Dalheim Olsen, Víkingur
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Hildigunn Steinhólm, Víkingur
Mirjam Skoralíð, Víkingur
Leona Kjærbæk Djurhuus, TB/FCS/Royn
Rósa Reginsdóttir, TB/FCS/Royn

Kelda: fsf.fo

Facebook viðmerkingar