Vágs kommuna: Á middegi í dag kom ársins fyrsti seglbáturin á Vági. Talan er um amerikanska seglbátin Wayfarer.
Umborð á Wayfarer eru amerikumenn, sum hvíla sjeg og ynskja at síggja Vág, áðrenn leiðin gongur norðureftir og víðari til Svørríki. Wayfarer sigldi frá Killmarnock í Skotlandi.
Vágs Havn upplýsir, at hesin seglbátur vitjar tíðligari, í mun til undanfarin ár. Vanliga vitja seglbátar Vág tá tað nærkast summarinum. Á Vágs Havn fegnast teir um fyrsta seglbátin og vóna, at 2023 verður líka gott sum 2022, ið var metárið í samband við vitjanir av seglbátum.
Facebook viðmerkingar