Kundi tú hugsað tær at dugað betur at taka myndir við fartelefonini? Vágs Kommuna skipar fyri skeiðið til vinnurekandi tann 10. mai. Skeiðið er ætla vinnurekandi og fyritøkum í Vági, sum kundu hugsa sær at duga betri at tikið myndir til t.d. lýsingar ella sosialu miðlarnar.
Á skeiðnum fer Beinta Haraldsen at undirvísa í:
- myndabygnaði
- ljósi
- vinklum
- portrettmyndum
- heildarmyndum
- detaljumyndum
- myndaviðgerð við fartelefon
Eisini fer Beinta at greiða frá góðu vanunum handan góðu myndina, har tað snýr seg um at gera sær ómak og ikki skunda sær.
Hetta verður ein ógvuliga praktiskur dagur, har luttakarar fáa høvi at royna sjeg við ymiskum sløgum av myndatøku og fáa eisini høvi at arbeiða við myndaviðgerð við fartelefon.
Skeiðið er ætlað nýbyrjarum og óroyndum, men øll vinnurekandi eru sjálvandi vælkomin við. Ongin grundvitan krevst frammanundan.
At hava við:
Eina fartelefon við góðum myndatóli, sum helst er í mesta lagi 2-3 ár.
Um Beintu Haraldsen
Beinta Haraldsen hevur drúgvar royndir sum fotografur bæði í Føroyum og uttanlands. Hon hevur havt nógv skeið í myndatøku við fartelefon og tey hava verið ógvuliga væl umtókt. Beinta hevur seinastu árini starvast nógv innan filmsvinnu og aðrar kreativar vinnur. Hon undirvísir eisini í at gera film við fartelefon og hevur arbeitt við stórum útlendskum filmsverkætlanum, so sum James Bond og altjóða lýsingafilmum fyri Samsung og Mastercard.
Skeiðið
Dato: ónsdagin 10. mai frá klokkan 9.00-16.00
Stað: Garðslon
Prísur: 450 kr.
Tilmelding
Avmarkað pláss og tilmelding her.
Facebook viðmerkingar