Vágs Kommuna hevur sett Ásu Bech í starvið sum dagstovnaleiðara. Hon byrjar í starvinum 1. september.
Ása er 40 ára gomul og útbúgvin námsfrøðingur. Hon kemur úr starvi hjá Almannaverkinum, har hon hevur starvast sum námsfrøðingur seinastu seks árini. Áðrenn tað arbeiddi hon sum námsfrøðiligur stuðul hjá Barnaverndartænastuni og sum námsfrøðingur á dagstovnaøkinum hjá Vágs Kommunu. Ása røkir eisini bygdaráðssess í Porkeri.
Okur eru fegin um at bjóða Ásu vælkomnari aftur til Vágs Kommunu. Hon hevur viðkomandi royndir innan námsfrøði og samskipan av námsfrøðiligum arbeiði.
Vágs Kommuna ynskir Ásu hjartaliga vælkomnari í starvið.


Facebook viðmerkingar