Politiskt evniskvøld við framløgu og kjaki har fiskivinnan og almannaøkið er á skrá

Tórskvøldið 4. mai er Miðlatún í Vági karmur um eitt politiskt evniskvøld við framløgum og kjaki, har landsstýrisfólkini úr Suðuroynni, Dennis Holm og Sirið Stenberg fara at hava framløgur.

Dennis Holm, landsstýrismaður í Fiskivinnu- og samferðslumálum fer at hava framløguna um fiskivinnu- og fiskivinnupolitikk, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Almanna- og mentamálum, fer at hava framløgu um týdningin av almannamálum.

Tiltakið byrjar kl. 19 og endar kl. 21 og er í Miðlatúni tórskvøldið 4. Mai.

Øll eru vælkomin. 

Facebook viðmerkingar