Vágs Kommuna søkir eftir sjálvstøðugum og dugnaligum tekniskum málsviðgera. Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast tilber.
Okur bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv, ið fevnir um uppgávur á tekniska økinum, har tú, sum tekniskur málsviðgeri, fært møguleika at seta tín dám á arbeiðið.
Høvuðsuppgávur
Sum tekniskur málsviðgeri, kanst tú vænta at arbeiðið fevnir um:
- byggimálsviðgerð og málsviðgerð annars á teknisku deild,
- skráseting, viðgerð og avgreiðsla av málum,
- fyrireiking av málum til politiska viðgerð,
- samskifti við borgarar og myndugleikar,
- smærri projekteringsuppgávur,
- vanligt skrivstovuarbeiði,
- skrásetan í kortskipan,
- og fyrifallandi uppgávur á deildini.
Førleikakrøv
Okur vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, so sum:
- Verkfrøðingur, byggifrøðingur ella líknandi tekniska útbúgving.
Og at tú:
- hevur kunnleika til byggisamtykt og býarskipan,
- hevur góðan málsligan førleika í føroyskum,
- dugur at brúka viðkomandi teknisk forrit, so sum Revit/AutoCAD og ArcGIS,
- hevur hollan telduførleika,
- ert skipað/ur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt.’
Fyrimunir
Tað er ein fyrimunur, um tú:
- hevur royndir frá kommunalari ella almennari fyrisiting,
- hevur eina handliga útbúgving,
- hevur kunnleika til 360 skjalaskipanina, ArcGIS kortskipan og AutoCAD.
- ert vinarlig/ur og fyrikomandi.
Týdningarmikið er, at tú, sum tekniskur málsviðgeri, ert opin og fyrikomandi í tínari atferð, og hevur góð evni at samstarva við ymiskar áhugapartar, eitt nú borgarar, kommunustýrislimir, vinnulív og almennar myndugleikar.
Setanarviðurskiftir
Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Málviðgerin vísir beinleiðis til tekniska leiðaran.
Starvsstaðurin er Vágs Kommuna, við høvuðssæti á kommunuskrivstovuni á Vágsvegi 30. Umsøkjarin má tola ávísar broytingar í starvinum og í starvssetanini.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jákup Olsen, tekniska leiðara, á telefon 239302 ella umvegis teldupost á jakup@vagur.fo.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og øðrum hóskandi skjølum, skal sendast til Vágs Kommunu, á jakup@vagur.fo og vera okum í hendi í seinasta lagi 19. mai 2023.
Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta. Um ikki nóg nógvir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum ella ongan at seta.
Facebook viðmerkingar