Dekkari til Smyril

Strandfaraskip Landsins søkir eftir einum dekkara til Smyril at byrja í fulltíðar starvi 1. mai 2023. 

Dagliga farleiðin hjá Smyril er Tvøroyri  – Tórshavn. Arbeiðstíðin er ein vika umborð og ein vika frí. 

Høvuðsuppgávurnar hjá dekkaranum snúgva seg um at vera við til at syrgja fyri trygdini umborð, um reinførið á dekkinum og á brúnni, og um planlagt og fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði. 

Ein onnur høvuðsuppgáva er á- og avskipan av farmi og akførum. Hetta er koyring við trukki, sleipara, bilum, trailarum og lastbilum. 

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við tínir starvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Førleikakrøv:

  • Ófulltikin / Fulltikin dekkari STCW reg. II/5
  • Heilsuváttan (bláabók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking umborð skipi STCW A-VI/1-2
  • Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1

Lønar- og setanarviðurskifti

Dekkarastarvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, og er lønt eftir 6. lønarflokki + 1 stig.

Umsóknarfreist er 25. apríl 2023 á miðnátt.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Annebet Abrahamsen, manningarsamskipara, á tlf: +298 293024 ella til skiparan á Smyrli, á teldupost: smyril.skipari@ssl.fo

Um Strandfaraskip Landsins:

Strandfaraskip Landsins er ein stovnur við spjaddum virksemi kring landið, ið virkar allar dagar í vikuni, eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Stovnurin er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 22 Bygdaleiðir. 
Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 9 ferjur og 48 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2021 var umleið 1050.000 ferðandi, har av umleið 650.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og á leið 400.000 nýttu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 190 starvsfólk. Fyrisitingin er skipað í 5 deildir: Fíggjardeild, Samferðsludeild, Sjódeild, KT-deild og Starvsfólkadeild.

Facebook viðmerkingar