SEV sóknast eftir maskinmeistara til farloyvisstarv til elverkini í Suðuroy, har tilsamans níggju maskinmeistarar eru í starvi hjá elfelagnum. Ynskið er, at farloyvisstarvið verður sett sum skjótast og fram til 1. september 2024.
Elskipanin í Suðuroy er serlig og partur av royndarskipan, sum er serstøk í altjóða høpi.
Uppgávur
Sum vakthavandi maskinmeistari samskipar tú elveitingina millum Vágsverkið, elverkið í Botni, vindmyllulundina í Porkeri, umframt sólorkulundina í Sumba og skipanina í Heiðunum við battaríum og synkronkompensatori. Harumframt hevur tú um hendi umsjón við netinum og koplingarleiðslu fyri elnetið í allari Suðuroynni.
Arbeiðsstaðurin er Vágsverkið, har vaktin hevur tilhald. Arbeitt verður á og út frá Vágsverkinum til hini trý elverkini eftir tørvi, og flutningur fer vanliga fram við arbeiðsbili hjá SEV.
Talan er um vaktararbeiði, sum bæði er í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Tey fýra elverkini í Suðuroy eru:
- Vágsverkið við fýra dieselmotorum á tilsamans 13 MW. Hesir motorar eru riknir við tungolju.
- Elverkið í Botni, sum er eitt vatnorkuverk við tveimum turbinum á tilsamans 3 MW.
- Vindorkulundin í Porkeri, har eru 7 vindmyllur á 0.9 MW, tilsamans 6,3 MW.
- Sólorkulundin í Sumba í hevur ein mátt uppá 261 KW.
Tú
Vit vænta, at tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla, umframt viðkomandi starvsroyndir. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.
Løn
Lønin er sambært sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.
Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Jóanes Norðberg, verkmeistara, tlf. 222909 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluna, tlf. 218419.
Umsóknarfreistin er mánadagin 24. apríl 2023. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda við telduposti til:
T-postur: starv@sev.fo
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 174 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.
Facebook viðmerkingar