Søkt verður eftir sóknarpresti til Suðuroyar norðara prestagjald við sæti á Tvøroyri. Sóknarpresturin er kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki. Embætið verður ætlandi sett 15. juli 2023 ella so skjótt til ber.
Í prestagjaldinum eru 4 kirkjusóknir: Tvøroyri, Fámjin, Hvalba, Sandvík. Harafturat kemur Bønhúsið í Øravík.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.
Tænastubústaður er til embætið. Prestagarðurin er á Tvøroyri, Kirkjubrekkan 7. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.
Sóknarpresturin samvirkar í einum toymi saman við hinum báðum prestunum í oynni. Ein reglugerð skipar samstarvið. Umsøkjarar fáa innlit í reglugerðina við at venda sær til biskupin.
Høvuðsuppgávur prestsins eru:
- at boða Guðs orð, halda gudstænastur og forvalta sakramentini.
- útinna tær kirkjuligu tænasturnar og lesa við konfirmantunum.
- hava sálarrøkt við sóknarbørnunum.
- taka virknan lut í arbeiðinum hjá kirkjuráðunum.
- umsita kirkjubøkurnar og tað skrivliga arbeiðið, ið hoyrir bókunum til.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta/ andakt á sjúkrahúsinum, ellis- og røktarheimum, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.
Profilur
Vit ynskja ein prest, sum er sjónligur millum fólkið í kirkjusóknunum, gevur áhugamálum fólksins gætur og tekur lut í arbeiðinum millum børn, ung og eldri.
Kirkjubókin
Sóknarpresturin á Tvøroyri hevur ábyrgd av kirkjubókunum og er jarðarferðarmyndugleiki í prestagjaldinum.
Sóknarpresturin við sæti í Hvalba førir kopibøkurnar.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.
Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri at umsóknin verður viðgjørd.
Løn- og setanarviðurskifti
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Prestafelag, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1-36,1.
Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og embæti samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.
Umsóknarfreist
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO 100 Tórshavn, ella til stift@folkakirkjan.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. apríl 2023.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast Jógvani Fríðrikssyni, biskupi, t-postur: jf@folkakirkjan.fo.
Facebook viðmerkingar