Sóknarprestur til Suðuroyar norðara prestagjald – Hvalba

Søkt verður eftir sóknarpresti til Suðuroyar norðara prestagjald við sæti í Hvalba. Embætið verður ætlandi sett 1. juli 2023 ella so skjótt til ber.

Í prestagjaldinum eru 4 kirkjusóknir: Tvøroyri, Fámjin, Hvalba, Sandvík. Harafturat kemur Bønhúsið í Øravík.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.

Tænastubústaður er til embætið. Prestagarðurin er í Leirum í Hvalba. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.

Sóknarpresturin samvirkar í einum toymi saman við hinum báðum prestunum í oynni. Ein reglugerð skipar samstarvið. Umsøkjarar fáa innlit í reglugerðina við at venda sær til biskupin.

Høvuðsuppgávur prestsins eru:

  • at boða Guðs orð, halda gudstænastur og forvalta sakramentini.
  • útinna tær kirkjuligu tænasturnar og lesa við konfirmantunum.
  • hava sálarrøkt við sóknarbørnunum.
  • taka virknan lut í arbeiðinum hjá kirkjuráðunum.
  • umsita kirkjubøkurnar og tað skrivliga arbeiðið, ið hoyrir bókunum til.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta/ andakt á sjúkrahúsinum, ellis- og røktarheimum, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.

Profilur

Vit ynskja ein prest, sum er sjónligur millum fólkið í kirkjusóknunum, gevur áhugamálum fólksins gætur og tekur lut í arbeiðinum millum børn, ung og eldri.

Kirkjubókin

Sóknarpresturin á Tvøroyri hevur ábyrgd av kirkjubókunum og er jarðarferðarmyndugleiki í prestagjaldinum. 

Sóknarpresturin við sæti í Hvalba førir kopibøkurnar.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri at umsóknin verður viðgjørd.

Løn- og setanarviðurskifti

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og

Føroya Prestafelag, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1-36,1.

Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og embæti samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Umsóknarfreist

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO 100 Tórshavn, ella til stift@folkakirkjan.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. apríl 2023.

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Jógvani Fríðrikssyni, biskupi, t-postur:  jf@folkakirkjan.fo.

Facebook viðmerkingar