Ónsdagin 17. mai skipar Vágs Kommuna fyri árliga vinnudegnum fyri vinnulívinum í kommununi.
Eins og í fjør, so skipar Vágs Kommuna fyri árligum vinnudegi. Dagurin er ætlaður fyritøkum, vinnurekandi og íverksetum í Vági. Vinnudagurin verður ónsdagin 17. mai á Hotel Bakkin. Á skrá verður ábit, framløgur og netverkan.
Vinnudagurin er liður í arbeiðinum hjá kommununi við vinnumenning og arbeiðinum at gera Vág til eitt gott stað at staðseta og reka fyritøku. Ynskið er, at okur verða enn betri til at samstarva, deila vitan og gera brúk av hvørjum øðrum – eisini tvørtur um fyritøkur og vinnur. Eisini vil kommunan stuðla upp undir nýhugsan og íverksetan.
Tiltakið er fyri innboðnum.
Facebook viðmerkingar