Sermerkta og vakra timburkirkjan á Tvøroyri kann í dag, Kristi himmalferðardag hátíðarhalda, at tað eru eru liðin 115 ár, síðan Kirkjan bleiv vígd í 1908.
Nógv bleiv gjørt burtur úr degnum, har fleiri enn 400 fólk hevði leita sær til Gudstænastu í Tvøroyrar Kirkju at hátíðarhalda dagin, ið bleiv fagnaður við vøkrum sangi av sangkórinum Ljómi og vøkrum tónum frá Tvøroyrar Hornorkestri.
Men dagurin var ikki bara ein hátíðardagur at feiðra Kirkjuna, tí samstundis var dagurin merktir av, at Jónsvein Bech, prestur hevur fráboða, at hann gevst sum sóknarprestur í Suðuroyar Norðaraprestagjaldi fyri aldur. Og løtan í kirkjuni bleiv serliga sermerkt og rørandi, tá Jónsvein Bech, takkaði fyri seg, eftir at hava tænt í 41 ár sum prestur, harav nógv tann størsti parturin í Tvøroyrar Kirkju.
Tvøroyrar Kommuna ynskir at takka Jónsvein Bech fyri trúgva og Guds gevandi tænastu í Tvøroyrar Kirkju og á Tvøroyri sum heild, til frama fyri borgarar og vitjandi í Sóknini.
Tvøroyrar Kommuna sendir bestu ynskir og Guds signing til Jónsvein Bech, prest og hansara familju.
Tvøroyrar Kommuna, á Kristi himmalferðardegi
Facebook viðmerkingar