52 fólk færri í Suðuroynni nú enn í 2021

Seinastu 10 árini hava vit hoyrt um eina gongd í fólkatalinum í Føroyum við vøkstri ár um ár. Í apríl 2013 búðu tað 48.070 fólk í Føroyum. Í apríl í ár var fólkatalið komið upp á 54.362 fólk, ein vøkstur á 13,1% seinastu 10 árini. Í mun til 2013 er vøkstur í øllum økjum í landinum uttan í Sandoynni og í Suðuroynni. Í Sandoynni búðu tað í apríl 2013 1.271 fólk, eitt fleiri enn tað búðu í apríl í 2023. Í Suðuroynni var fólkatalið í apríl 4.656 fólk, meðan tað í apríl í 2023 búðu 4.630 fólk í Suðuroynni.

Gongdin í fólkatalinum í Føroyum sum heild vendi í 2013 og hevur uttan íhald vaksið ár um ár síðani. Gongdin í fólkatalinum í Suðuroynni vendi ikki fyrr enn í 2016 og í fleiri ár var gongdin í Suðuroynni eisini rætta vegin. Men hetta broytist í 2021.

Í apríl 2021 búðu tað 4.682 fólk í Suðuroynni og tvey ár seinni, í apríl 2023, búðu tað 4.630 fólk í Suðuroynni, 52 fólk færri enn fyri tveimum árum síðani.

Í apríl 2023 búðu 8,5% av føroyafólki í Suðuroynni. Fyri 100 árum síðani búðu fleiri enn 22% av føroyafólki í Suðuroynni.

Facebook viðmerkingar