Barnagarður Eikilund 10 ár

Í gjár fylti barnagarðurin Eikilund 10 ár. Hetta verður hátíðarhildið í morgin, ónsdagin 17. mai.

Tann 15. mai vóru 10 ár liðin síðani barnagarðurin Eikilund bleiv tikin í brúk. Talan er um ein stóran stovn, sum í dag húsar 84 børnum og 35 starvsfólkum. Harumframt er elsti árgangurin, Sóljan, við 20 børnum flutt úr barnagarðinum og í Vágs skúla. Og tað hevur verið ein støðugur vøkstur hesi 10 árini, so mikið, at barnagarðurin í dag er ov lítil til tað virksemi, sum er. Í fjør keypti Vágs Kommuna grannahúsið hjá barnagarðinum og hevur arbeitt við at gera hesi um til barnagarð. Hetta arbeiðið er komi so mikið langt, at bert innbúgv manglar, so flyta børn og starvsfólk inn í húsini.

Føðingardagurin

10 ára føðingardagurin verður hildin í morgin, ónsdagin 17. mai, og byrjað verður klokkan 9.30 og hildið verður á allan dagin. Á føðingardegnum vitjar borgarstjórin og kaka er til børn og vaksin, vitjan av sjúkrabili, politibili og brannbili. Eisini vitjar BuBu og tað verða grillaðar pylsur og búffar. Klokkan 14.30 til 16.30 eru foreldrini vælkomin til foreldrakaffi.

Facebook viðmerkingar