Ónsdagin 17. mai verður árligi vinnudagurin hjá Vágs Kommunu. Á skrá er áhugaverdar framløgur.
Sum áður lýst, so skipar Vágs Kommuna fyri vinnudegi fyri vinnulívinum í kommununi. Hettar er aðru fer at kommunan skipar fyri vinnudegi.
Vinnudagurin verður á Hotel Bakkin og byrjað verður við lættum ábiti klokkan 12.00. Umleið klokkan 13.00 kemur Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, at greiða frá um Mega trends og lítlu Føroyar. Aftaná Jan, kemur Ana Holden-Peters frá Burðardygt Vinnulív, at greiða frá átakinum Burðardygt Vinnulív. Síðani kemur Zvonko Mrdalo frá Fróðskaparsetur Føroya at greiða frá dátum og heimabryggja BI. Síðsta framløgan er frá Magnus Paula West, frá Vágs Kommunu, sum greiður frá næsta stiginum við Business Vágur ætlanini hjá kommununi. Vinnudagurin endar við netverkan og prátið á Bakkastovu.
Pláss eru tøk
Nøkur pláss eru tøk til vinnudagin og Vágs Kommuna bjóðar vinnurekandi og fyritøkum aðra staðni møguleika at luttaka á vinnudegnum. Kostnaðurin er 300 kr. fyri fyritøkur og vinnurekandi uttanfyri Vágs Kommunu. Tilmelding á magnus@vagur.fo og freistin er klokkan 15.00 í dag, 16. mai.
Facebook viðmerkingar