Eitt nýtt fótbóltsár byrjar í næstum og flestu feløg í landinum eru komin væl áleiðis í fyrireikingunum, soleiðis eisini hjá FC Suðuroy.
Við nýggju umstøðunum í Marghøllini í Vági og dagføringin av ítróttarøkinum á Eiðinum, har graslíkisvøllurin verður skiftur í apríl/mai, eru umstøðurnar til fótbólt í Vági sera góðar.
Jón Pauli Olsen, høvuðsungdómsvenjari hjá FC Suðuroy, sigur, at royndirnar úr m.ø. Íslandi vísa, at fótbóltsvenjingarhallir, sum Marghøllin í Vági, hava ført við sær eina stóra øking í áhuganum hjá gentum og kvinnum fyri fótbólti.
-Longu nú merkja vit eisini hetta í Vági og hava vit eisini valt at gera eitt átak fyri at fáa enn fleiri gentur og kvinnur at spæla fótbólt. -Sum liður í hesari uppraðfesting samtykti aðalfundurin hjá FC Suðuroy í gjár, at gentur og kvinnur ikki skulu rinda limagjald, og er hetta liður í heildarætlanini hjá FC Suðuroy at fáa fleiri gentur og kvinnur at spæla fótbólt, sigur Jón Pauli Olsen.
Í stuttum merkir hetta, at gentur og kvinnur kunnu koma at spæla fótbólt, uttan at tey verða kravd eftir limagjaldið, sigur Jón Pauli Olsen, høvuðsungdómsvenjari.
Facebook viðmerkingar