Alment vinnutiltak í Hovi 9. november

Hvussu kunnu fyritøkur í Suðri fyrireika seg til framtíðina? Tann spurningurin verður viðgjørdur til alment vinnutiltak, sum BankNordik skipar fyri í Miðnámsskúlanum í Hovi hósdagin 9. november kl. 15-17.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin. Á skránni verða nógvar áhugaverdar framløgur: 

  • Samferðsla til Suðuroynna – avbjóðingar og møguleikar 

Niels Juel Arge, stjóri á Strandfaraskipum Landsins

  • Menning og samstarv saman við vinnulívinum

Magnus P. West, Vágs Kommuna

  • Taraframleiðsla, ein burðardygg vinna

Agnes Mols Mortensen, stjóri á Tari

  • Búskaparliga gongdin og framtíðar útlitini

Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik

Kl. 16 fáa luttakararnir lætt ábit.

Tú kanst lesa meira og tekna teg til tiltakið her: www.banknordik.fo/vinnutiltak

Facebook viðmerkingar