So er jólaskráin yvir tiltøk og hendingar í Vági tøk.
Eins og undanfarin ár, so hevur Miðlatún samlað fleiri av almennu tiltøkunum í eina skrá. Hesi tiltøk koma at seta sín dám á jólahugnan í Vági. Skráin byrjar nú fríggjadagin, tá handilsdagurin Black Friday er – hesin dagur verður ofta sæddur sum startskotið til jólasøluna hjá handlunum. Sunnudagin verður, sum kunnugt, jólatræið í Vági tendrað. Og hareftir verða fleiri góð og hugnalig tiltøk at fara til í Vági. Skráin fevnir eisini um tiltøk, sum verða í Vági nýggjársaftan.
Í skránni eru eisini upplatingartíðirnar hjá handlunum og Páls Høll upp til jóla og millum jóla og nýggjárs. Vert er at leggja sær longu nú í geyma, at Páls Høll kemur at hava opið jólaaftansmorgun. Harvið kunnu fólk hugna sær í baðilandinum ella fáa nakrar longdir í hylinum, áðrenn jóladøgurðin og gávurnar koma fram. Eisini lata gávuhandlarnir í Vági aftur klokkan 20.00 Tollaksmessudag (23. desembur). Fyrr hava nakrir av hesum handlum havt opið til klokkan 22.00, men í ár vilja okur virða jólafriðin hjá viðskiftafólkunum og starvsfólkunum í handlunum – soleiðis at øll kunnu njóta jólini og gerast klár til jólaaftan.
Talgilda skráin kann lesast her. Leggið til merkis, at broytingar kunnu koma og tí verður viðmælt, at fólk loypandi lesa skránna.
Facebook viðmerkingar