Black Friday í Vági

Fríggjadagin er árligi handilsdagurin Black Friday. Hesin dagur verður hildin kring allan knøttin, eisini í Vági. Handlarnir í Vági spíla seg út hendan dagin við nógvum og góðum tilboðum.

Fríggjamorgunin lata handlarnir í Vági dyrnar upp fyri árliga innkeypsdegnum Black Friday. Hendan dagin verða nógvar vørur seldar við niðursettum prísi. Tað er ymist, hvussu handlarnir í Vági skipað dagin. Nakrir handlar lata stóran avsláttur á útvaldum vørum, meðan aðrir handlar hava bæði avsláttur og tímatilboð. Nakrir handlar hava eisini longri opið í samband við Black Friday. Til ber at fylgja við á Facebooksíðunum hjá handlunum í Vági, har kunna verður um tilboð o.a., ið hendir á Black Friday.

Handlarnir, sum eru við í Black Friday, eru: Suðuroyar Heimavirki, Sjónin, MR-EL, Tangavirkið, Vágs Litbúð, Mangt & Hvat, Toystovan í Vági, Styrki Fitness og Bygma Suðuroy.

Hvør veit, kanska ein ger kvetti í Vági og fær keypt fleiri, góðar jólagávur ella gávur til ein sjálvan – fyri ein bílgari penga?

Handlarnir í Vági

Facebook viðmerkingar