Í ár verður jólatræið á Minnisvarðaøkinum tendrað sunnudagin 26 november kl 18.00. Hornorkestrið á Tvøroyri luttekur og Dagfinn Olsen lesur eina jólasøgu. Frelsunarherurin luttekur við sangi og Sámal Midjord, korpsleiðsri, lesur jólaevnageliið. Jólamennirnir vitjað og hava pakkar við til børnini.
Skótarnir bjóðað bollar og kakao á Minnisvarðaøkinum.
Hetta er samstundis annað árið at jólatræið, sum Vágs kommuna gróðursetti í fjør, verður tendrað. Hetta er ein partur av verkætlanini ”Burðardygg býarfríðkan” har kommunan ynskir at sleppa undan at keypa granntrøð sum eru feld.
Facebook viðmerkingar