Í farnu viku var 40. og seinasta umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag spælt í Húsinum við Á í Porkeri. Hetta umfarið vunnu Jákup Sofus Kjærbo og Sigmund Andreasen.
Úrslitið av 40. umfari gjørdist hetta:
Nr. 1. Jákup Sofus Kjærbo og Sigmund Andreassen, 4 stig hvør
Nr. 2. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 3 stig hvør
Nr. 3. Jákup Joensen og Gudmund Poulsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Petur Muller og Leivur Willumsen, 1 stig hvør
Sverri og Birgit vunnu sjavskappingina árið 2023
Nú seinasta umfarið í sjavskappingini er spælt, er eisini greitt, at Sverri Jacobsen og Birgit Poulsen vunnu sjavskappingina árið 2023 við 46 stigum hvør. Nr. 3 gjørdist Hans Jacob Bech við 44 stigum.
Endaligu støðuna í sjavskappingini finnur tú her.
Heilsan frá Suðuroyar Sjavsfelag
Suðuroyar Sjavsfelag takkar øllum fyri kappingarárið 2023. Øllum sum hava spælt við í 2023. Øllum sum hava stuðlað felagnum, bæði við húsum, vinningum og ikki minst Suðuroyarportalinum, at tit seta hvørt úrslit inn á har, so fólk annars og sjavsspælararnir sjálvandi eisini fylgja við. Túsund takk fyri árið 2023 Gleðilig jól og gott nýttár
Heilsan Suðuroyar Sjavsfelag form. Páll Lervig.
Facebook viðmerkingar