FC Suðuroy skal komandi ár spæla í 1. deild, eftir at felagið vann 2. deild og harvið eisini tryggjaði sær uppflyting í næstbestu mansdeildina.
FC Suðuroy longdi herfyri sáttmálan við venjaran Pól Thorsteinsson, umframt at sáttmálarnir við útlendsku leikararnir Jimmy Abdul og Emmanuel Andorful vórðu longdir.
Í farnu viku gjørdi FC Suðuroy sáttmála við John Villi Vøldike, sum vendur aftur til FC Suðuroy eftir at hava spælt nøkur ár við TB.
Nú hevur FC Suðuroy so eisini gjørt 2 ára sáttmála við fleiri av yngru leikarunum. Teir eru avmyndaðir omanfyri (frá ovast til vinstru): Pætur Augustinussen, Fríði Holm, Alexander Holm Kilgour, Jákup T. Joensen og Teit Hjelm.
Facebook viðmerkingar