Leygarkvøldið á Dansibandsfestivalinum

Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Á matarskránni er grillaður grísur við tilhoyri við Ørvaroddar Grilla.
Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. Borðstjóri verður Magnus Magnussen og Hentzar, Erolf og Terji spæla undir felagssanginum. Tiltakið er útselt. Er íroknað vikuskiftispassinum til Dansibandsfestivalin.

Kl. 23.00 Almennur dansur. Dansibands-orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Contiki (NO) og Odd Arne Sørensen & Hans Olaf Trøen (NO). Kostnaður fyri dansin 350 kr. Er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.

Kl. 04.00 Dansurin endar.

Facebook viðmerkingar