Síðstu dagarnar hava føroyingar og útlendingar gjørt sjálvboðið arbeiðið í Vági. Hesi fólk hava verið partur av Closed for Maintenance átakinum, sum Visit Faroe Islands og kunningarstovurnar fyriskipað.
Ónskvøldið komu 10 sjálvboðin til Vágs. Talan var um føroyingar og útlendingar – í alt 6 tjóðskapir (Føroyar, Danmark, Polland, Canada, USA og Svørríki). Hesi sjálvbodnu vóru partur av Closed for Maintenance verkætlanini, sum var í Vági. Í verkætlanini var høvuðsuppgávan at leggja eina rás niðan á Gjógvaráfjall og at gera sitipláss á Moyggjartúgvu við útsýnið eystur yvir Vágsbygd og vestur í hav.
Byrjað var tórsmorgunin at arbeiða og arbeiðið helt fram fríggjadagin. Arbeiðið gekk sera gott – lagið var gott og arbeiðsmoralurin var høgur. Tá høvuðsuppgávan var liðug, fóru tey sjálvbodnu at sláa varðasteyðrarnar aftur niður, ið blivu settir niður í fjør. Hesir vóru koppaðir í nógva kavanum í vetur. Eisini málaðu tey rammur á skeltum, ruddaðu framvið sandinum og gjørdu eina gangibrúgv yvir eitt illa slitið stykkið á rásini vesturi á Eiðinum.
Umframt at arbeiða, so hava tey sjálvbodnu uppliva eitt sindur av tí, sum Vágur hevur at bjóða. Tey dansaðu føroyskan dans, royndu øl úr Vági, vitjaðu gamlar bygningar, sóu sólsetur á Vágseiðinum og náttúruna kring Vág. Tey knýttu vinarbond sínamillum og til Vágsbygd.
Fleiri myndir her: https://vagur.fo/tidindi/2364/closed-for-maintenance-i-vagi
Facebook viðmerkingar