Tíggju ára føðingardagurin hjá Dansibandsfestivalinum í Vági gjørdist heilt einastandandi og gjørdist eisini hin størsti nakrantíð.
Fullsett veitsluhøll á Hamragarði tórskvøld. Útvið 500 fólk til stóra kalda borðið fríggjakvøld og uppaftur fleiri til dansin fríggjakvøldið. Stórt lið á gongutúri leygarmorgun. Fullsett høll til Dansibandsgudstænastuna. Útvið 500 fólk til stóra grillkvøldið og væl fleiri enn tað til dansin leygarkvøldið.
Jú, stuðulin til og áhugin fyri Dansibandsfestivalinum hevur ongantíð verið størri – og okur eru so sera takksomu fyri, at tykur øll gjørdu Dansibandsfestivalin 2024 til ein ógloymandi 10 ára føðingardag.
Takk til stuðlar, tónleikarar, borðstjórar, feløg og hjálparfólk. Uttan tykkum ongin Dansibandsfestivalur.
Okur síggjast sjálvandi aftur fyrst í mai mánað komandi ár. Dansibandsfestivalurin verður 2. og 3. mai 2025 og forsølan til vikuskiftispass byrjar sum vant í november, tá okur eisini fara at kunngera fyrstu nøvnini.
Hjartaliga takk øll somul, okur ynskja tykkum eitt gott summar.
Dansibandsfestivalurin í Vági
Facebook viðmerkingar