54% av veljarunum í Hvalbiar kommunu ímóti kommunusamanlegging

Myndina hevur Eyðfinn Debes tikið

Nú atkvøðurnar frá vegleiðandi fólkaatkvøðuni í Hvalbiar kommunu um kommunusamanlegging við Tvøroyrar kommunu eru taldar upp, er greitt, at ein meiriluti í Hvalbiar kommunu er ímóti kommunusamanlegging.

Sambært KVF søgdu 54% av veljarunum í Hvalbiar kommunu nei til kommunusamanlegging.

Vallutøkan var 93 %. 46% vóru fyri kommunusamanlegging og 54% vóru ímóti.

Facebook viðmerkingar