Leygardagin 17. oktober verður Garðafest, eitt annarleiðis spennandi tiltak á Gørðunum í Vági. Á skránni er góður tónleikur og góður matur, og gestirnar sleppa á ferð í økinum á Gørðunum. Til framførslurnar verður okkurt leskiligt at fáa.
Skráin fyri kvøldið er hendan.
Kl. 18.30: Framførsla við sangarum úr Ljómi í Savninum á Gørðunum.
Kl. 19.00: Framførir Ásgerð Stenberg í Ruth Smith Savninum.
Kl. 19.30: Gudmund Larsen framførir í Stóra Pakkhúsi.
Kl. 20.00: Borðhald í Garðslon. Á matarskránni er wienersnitzel við tilhoyri, og okkurt drekkandi afturvið. Rakul Sumberg Dahl verður borðstjóri og Jón Krosslá Poulsen spælir undir felagssanginum.
Kl. 21.45: Robert McBirnie endar borðhaldið í Garðslon við framførslu.
Kl. 22.00: Hjá Jugga framføra Hjalmar og Dagfinn.
Kl. 22.30: Ingi og Barbara framføra í Biskupskelduhúsinum.
Atgongumerkini til Garðafestina verða seld í Biskupskelduhúsinum ónskvøldið 7. oktober kl. 19. Atgongumerkini kosta 370 kr. og tað er avmarkað atgongd.
Eftir framførslurnar og borðhaldið verður almennur dansur í Stóra Pakkhúsi, har Hjalmar, Dagfinn og Neil spæla. Dansurin byrjar kl. 23.30. Aldursmark 18 ár. Suppa verður til keyps. Ágóðin fer til Grindabátafelagið í Vági.
Hjá Jugga verður livandi tónleikur frá kl. 23.30 har Jón Krosslá Poulsen spælir.
Søvnini og feløgini á Gørðunum


Facebook viðmerkingar