Vágs kommuna: Í síðstu viku settu arbeiðsmenn hjá Vágs Kommunu nýtt kunningarskeltið sett upp á Løðhamri.
Kunningarskeltið hevur sama myrka sniðið, sum hini kunningarskeltini, sum eru sett upp í Vág, og stendur tað við rásina oman á Løðhamar.
Skeltið greiður stutt frá um søguliga virksemi á Løðhamri og týdningin virksemið hevði fyri Vág. Teksturin á skeltinum er á føroyskum og enskum. Myndin á skeltinum er av málninginum av Løðhamri, sum William Smith hevur málað í 1935. Málningurin var ein gáva til Vágs Kommunu í samband við Ljósfest 2021 og hongur hesin málningur uppi í kommunuskrivstovuni.
Vágs Kommuna hevur sett fleiri kunningarskeltir upp seinastu árini, eitt nú á Vágseiðnum, á Eggjunum, við Trýkantin og á kaiini, har Johanna TG326 liggur.
Kunningarskeltið er framleitt í samstarvið við Visit Faroe Islands.
Facebook viðmerkingar