Røða á 100 ára hátíðarhaldinum fyri plantasjuna í Trongisvági
Góðu plantasjuvinir
Hjartaliga tillukku við 100 ára degnum fyri Plantasjuna millum Mangibakka og Stórá her í Trongisvági.
Í ár eru 100 ár liðin síðani tey fyrstu trøini vórðu plantað, og tað sigur okkum, at Plantasjan er millum tær elstu í Føroyum.
Undan Plantasjuni vórðu lundir lagdar inn í Kunoy, á Selatrað, í Hoydølum og í Gundadali.
Longu árið eftir – í 1925 – staðfestir Det Danske Hedeselskab í ársfrágreiðing, at tað gongur hampiliga væl við vøkstrinum í Trongisvági.
Og nakað verður plantað tey árini síggja, síggja vit í skjølum hjá Færø Amt á Tjóðskjalasavninum. Skjøl vísa, hvussu nógv trø og hvørji træsløg verða bíløgd.
Eisini síggja vit lønarlistar hjá nøkrum arbeiðsmonnum í Froðbiar sókn. Eitt nú lesa vit, at í september í 1924 hevur Albin Åkeson “med flere” fingið 480 krónur fyri “gravning av 4000 m render”. Akkordin er 12 oyru.
Í hesum mánað fyri júst 100 árum síðani hevur Frederik Jespersen forvunnið 164 kr. og 70 oyru fyri “rensning af ældre grøfter”. Tímalønin var 1 króna. Og sama mánað verða 200 metrar av vegi gjørdir fyri 200 krónur.
-Hvat hava hesir menn hugsað, tá teir við hakum ella spakum fóru at grava veitir í eini komandi plantasju – á einum jarðarstykki, sum var nærum hálvtannað kúfóður til støddar ella nóg stórt bit hjá 5 ærseyðum?
Kanska hava teir hildið, at hetta tiltakið við eini plantasju var nakað tvætl. Ella hildu teir, at tiltakið var eina roynd vert.
Eg sigi eina roynd, tí tá fólk fóru at planta trø fyri stívliga 100 árum síðani vistu tey ikki, um tað bar til at fáa trø at vaksa í lundum uttan fyri bøgarðarnar í oyggjalandinum.
Hedeselskabet og Flensborg gjørdu sítt
Men vit kunnu fegnast um, at nøkur vóru so áhugað í træplanting fyri stórthundrað árum siðani, at tey fingu Det Danske Hedeselskab at royna at seta træplantur niður.
Danski skógarfrøðingurin Christian Emil Flensborg, stjóri í Hedeselskabet, eigur tí sín týðandi lut í plantingarmálinum.
Fyrst í farnu øld skrivaði Flensborg eina frágreiðing, hvussu træplanting kundi fremjast, eftir at Jóannes Patursson, bóndi og politikkari, hevði heitt á Hedeselskabet um kanna møguleikan fyri at gróðurseta viðarlundir.
Jóannes var áhugaður fyri plantingarsakini og legði eisini uppskot fyri tingið um at stuðla royndunum. Eitt úrslit av hesum var, at í 1904 vórðu fyrstu planturnar settar niður í Gundadali og seinri aðrastaðni.
Vit kunnu siga, at royndin hjá Flensborg og teimum lokalu sóknarstýrunum eydnaðist! Tað er henda plantasjan eitt dømi um, og vit halda, at nøkur av elstu trøunum her í lundini eru frá fyrstu plantingunum.
Vit mugu tí gera alt fyri at varðveita hesi trøini. Og tað fer vónandi at eydnast, tí Tvøroyrar kommuna er sera áhuga í Plantasjuni og í at planta.
Skógrøktin og Skógfriðingarnevndin eru greið yvir, at her skal gerast eit stórt arbeiði at endurplanta. Arbeiðið miðar eitt nú eftir at planta trø eystan og vestan fyri, sum kunnu taka vindin, ella hvirlurnar, áðenn tær rudda sær slóð inn í sjálva Plantasjuna, tí hon er í so ber. Bæði eystan og vestan fyri hevur kommunan ognað sær lendi at planta í.
Lundir og skógur stóran týdning
Hvør var hugsanin at planta eina plantasju fyri 100 árum síðani, og hvør er hugsjónin at gróðurseta trø og runnar í okkara tíð?
Tá fólk løgdu plantasjur inn var tað óivað fyri at fáa eina lund at vitja eina fríløtu, fara útflukt, at hvíla, at stimbra sinnið og hoyra suðið í trøunum og kanska fuglaljóm.
Men yvirskipað hava viðarlundir og skógir størri týdning, enn nógv geva sær far um í dagsins heimi, tí skógir og vøkstur er fyritreytin fyri øllum lívi á jørðini.
Og í hesum veðurlagstíðum vísa myndugleikar og felagsskapir støðugt á, at neyðugt er at gróðurseta fleiri trø, tí tey binda vakstrarhúsgass, CO2. Av hesi orsøk seta lond mál at gróðurseta fyri at avmarka útlátið.
Men tað er gamalt, at trø høvdu jaliga ávirkan á fólk. Tí vórðu nálatrø gróðursett við tuberklasjúkrahúsið í Hoydølum fyri 110 árum síðani.
Í Japan hava tey átak, tey nevna skógar-terapi, tí bjørkin skilir úr sær evni ella anga, sum hava góða ávirkan á sinnið.
Í seinasta Samvirke lósu vit, at í fleiri londum í Evropa, og eisini tveimum Norðurlondum, lata læknar ávísingar fyri terapi í náttúru og lundum til fólk, sum hava sálarligar avbjóðingar.
Tey, sum varða av skógum, seta eisini fleiri træplantur niður, tí málið er at nýta meiria timbur at byggja við. Viðurin er meiri umhvørvisvinarligur enn annað byggitilfar.
Innan landbúnaðin er hugtakið agro-forestry kent. Tað hava vit neyvan víddir til, men lívdarálir høvdu verið gagnligar í føroyska landslagnum, tí har tað er lívd, veksur betri.
Tað verið seg græs, urtir ella grønmeti, sum bøndur og onnur alsamt leggja størri dent á at veita føroyska brúkaranum. Burðardygd og stuttflutt eru tíðarinnar hugtøk. Veit eisini um bónda, sum hevur í umbúna at gróðurseta nógv fyri at fáa lívd.
Lond seta høg mál um gróðurseting
Eg nevndi gandaorðið CO2, veðurlagspolitikk og mál um at gróðurseta meira.
Lýta vit vestureftir, so hava íslendskir myndugleikar sett sær fyri at planta 12 milliónir trø um árið, og at 12 prosent av vídd landsins skal verða skógarklødd í hesi øldini. Í dag eru 1-2 prosent av stóra landinum klætt við runnum og trøum. Íslendingar miðað eisini eftir sjálvir at fáa til høldar tað timbur, teir hava tørv á í samband við húsabygging.
Fyri 100 árum síðani vóru trý prosent av vídd Danmarkar skógur ella lundir. Nú er Danmark komið upp í 15 prosent, men fólkatingið hevur samtykt, at víddin skal tvífaldast næstu 100 árini.
Í síðstu viku boðaðu danskir myndugleikar frá, at 250.000 hektarar skulu plantast komandi árini. Størri parturin er til vinnuligar skógir, men 80.000 hektarar skal vera villini skóg. Talið skilja vit óivað betri, tá vit siga, at víddin er tann sama sum 250.000 traðir.
Bara 0,07 prosent er plantað
Venda vit heimaftur, vísa útrokningar, at bara 0,07 prosent av føroysku víddini á landi er klætt við skógfriðaðum viðarlundum. Vit tosa um áleið 100 hektarar. Leysliga mett eru eini 750.000 trø í føroysku lundunum.
Sum land hava vit ikki nakað mál, hvussu nógv skal plantast. Og vit hava ikki ein skógarpolitikk.
Men hugurin at planta veksur støðugt millum fólk. Alsamt fleiri kommunur vísa eisini stóran áhuga at planta og geva fólki plantupakkar í umhvørvisvikum.
Týðandi leikari í gróðurseting, og vaksandi áhuganum, er Gróðurstøðin í Miðhoydølum. Har heldur Skógrøktin hjá Umhvørvisstovuni til. Á Gróðurstøðini ala starvsfólkini alsamt fleiri træplantur, sum hóska seg til veðurlagið og vakstrarumstøðurnar í Føroyum.
Eisini verður miðað eftir at ala fleiri sløg, so viðarlundirnar og urtagarðarnir verða fjølbroyttari sum frálíður. Skógrøktin savnar sær støðugt vitan um runnar og trø og vegleiðing er ein stórur partur av arbeiðinum hjá starvsfólkunum.
Umframt stovnin er økið skipað við viðarlundarlógini frá 1952. Eftir lógini velur landsstýrið eina skógfriðingarnevnd, sum eitt nú hevur eftirlit við vøkstri í viðarlundunum. Saman við deildarleiðaranum í Skógrøktini, landskógarvørðinum, stingur nevndin út í kortið ætlanir saman við teimum, sum eiga plantasjurnar.
Seinastu árini eru ódnir farnar illa við fleiri plantasjum og tað er ikki eydnast at koma runt at rudda og endurplanta. (Lutvíst vanta fólk og lutvíst vanta amboð og flutningsfør.)
Mæla til ein skógarpolitikk
Vit hava ikki ein skógarpolitikk, men Skógfriðingarnevndin hevur mælt fleiri landsstýrum til at orða ein skógarpolitikk og seta nøkur mál og mið.
Í uppskotinum til eitt arbeiðsskjal, sum nevndin hevur gjørt, mælir hon m.a. til,
· at fleiri øki verða útvegað til viðarlundir
· at verja upprunavøkstur, pílasløgini og baraldin
· at planta t.d. 200.000 ella fleiri trø um árið
· at øll skulu hava stutta og lætta atgongd til viðarlundir
· at menn fakliga vitanina og gransking um vøkstur og
· at menna frálæru og upplýsing um trø og vøkstur.
Skógfriðingarnevndin heldur, at tað hevur týdning, at landið hevur ein skógarpolitikk, sum veruliga setir nøkur mál.
Eisini heldur nevndin, at gróðurseting eigur at vera meira hugsað inn í ætlanir, tá bygt verður. Bæði tá talan er um sethúsaøki, vinnuøki, tænastustovnar ella skúlar, sum t.d. gjørt er úti á Tvøroyri.
Trævøkstur skapar hugna, lívd, stimbrar undir margfeldi, og er gott skjól hjá fugli. Ja, bara her í Plantasjuni eru skrásett oman fyri 20 ymisk fuglasløg.
Plantasjan og Áargøta ein perla – fólkaheilsa
Fleiri viðarlundir liggja væl við áir, men Plantasjan við Stórá skarar framúr. Er áarføri, og áin brúsar, er tað sum at ferðast í eini villmørk.
Áargøta og Plantasjan eru ein heild, og njótanarvirðið er so stórt, at hvønn tann einasta dag ganga nógv túrin fram við ánni, gjøgnum Plantasjuna, og vestur eftir fram við ánni og Eygriðahyli.
Hetta er balsam fyri likam og sál. Ja, veruliga fólkaheilsa sum Tvøroyrar kommuna fær eitt stórt rós fyri. Verið góð við hetta náttúrufriðøkið og hjúklið um tað!
Ársins træ
Fyrr í ár samtykti Skógfriðingarnevndin at velja ársins trø. Nevndin ætlar, at Føroya fólk skulu kunnu velja eitt ársins træ í urtagørðum kring landið. Skógfriðingarnevndin tekur so støðu til innkomnu uppskotini. Ætlanin er at seta hetta tiltak í verk næsta ár.
Harafturat velur nevndin eitt ársins træ í teimum viðarlundunum, sum eru skógfriðaðar.
Í ár hevur nevndin avgjørt at velja ársins træ her í Plantasjuni. Tann valda kontorta furan er eitt sera gamalt og sera sjáldsamt træ, sum stendur skamt frá Stórá. Eyðkenni fyri træið eru tær stóru og tjúkku greinarnar, sum heilt niðarliga á bulinum fara undan vesturættini, og har serliga tann eina greinin rættir seg oman móti ánni.
Sum eina áminning um ársins træ verður eitt skelti sett upp, og harafturat er ein bonkur settur upp í brekkuni skamt frá gøtuni beint vestan fyri ánna. Talan er um ein bonk, sum er gjørdur úr einum føroyskum viðarbuli. Bonkurin er pussaður og viðgjørdur á Gróðurstøðini. Ein lítil gøta skal gerast niðan til bonkin, sum hevur útsýnið oman eftir ánni og út á fjørðin.
Fyri at staðfesta 100 ára dagin hava starvsfólk á Skógrøktini plantað um 1000 runnar og trø seinastu dagarnar. Talan er um fleiri ymisk sløg, so Plantasjan verður meira fjølbroytt.
Góðu tit øll, tillukku við Plantasjuni. Og fyri Skógfriðingarnevndina og Skógrøktina takki eg fyri gott samstarv.
Takk fyri og framhaldandi góðan dag.
Jóhann Mortensen
formaður í Skógfriðingarnevndini
Facebook viðmerkingar