Kampingpláss til Dansibandsfestivalin 2025

Dansibandsfestivalurin í Vági verður fyrsta vikuskifti í mai 2025, tað er fríggjadagin 2. mai og leygardagin 3. mai.

Frá 18. november kl. 10.00 ber til at keypa pláss til kampingvognin á Kamping Vágseiði, sum er staðsett í tí vakra náttúruøkinum á Vágseiðinum, har festivalurin eisini verður hildin.

Kampingøkið hevur 48 pláss í alt:

  • 38 pláss eru vestanfyri Vágs Høll.
  • 10 pláss eru staðsett eystanfyri Vágs Høll – av hesum eru 1 pláss eystanfyri serliga ætlað fólki við rørslutarni.

Sølan av kampingplássunum fer fram á billett.fo, og kostnaðurin er 999 kr. fyri hvørt plássið – galdandi fyri allar dagarnar, økið er opið. Kampingøkið letur upp tórsdagin 1. mai og er opið fram til mánamorgunin 5. mai 2025.

Tey, sum ynskja at bíleggja eitt pláss ætlað fólki við rørslutarni, verða biðin um at venda sær til Miðlatún á telefon 239390 ella á teldupost info@vagur.fo.

Facebook viðmerkingar