
Tung vóru boðini, ið bórust tann 28. novembur 2024, tá tað frættist, at okkara so sera vælumtókti lærari, Álvur Enni, var farin um sýn.
Vit, “Class of ’99”, gingu í fólkaskúla á Tvøroyri í árunum 1989-1999, og høvdu vit ta stóru gleði av at hava Álv Enni sum lærara í føroyskum øll 10 árini, vit gingu í skúla.
Eisini høvdu vit Álv í enskum øll árini, har enskt var partur av tímatalvuni.
Øll, sum hava havt Álv sum lærara, eru á einum máli um, at hann var ein fantastiskur lærari, og ongantíð hevur nakað neiligt verðið sagt um Álv sum lærara, tvørturímóti.
Okkara flokkur er onki undantak. Okkum øllum í flokkinum dámdi so avbera væl Álv sum lærara og eru samd um, at Álvur er besti lærarin, vit hava havt.
Okkum er sagt, at Álvur eisini hevði ein heilt serligan tokka til okkara flokk.
Tá Álvur kom inn í flokshølið, var friður beinanveg. Ongantíð var neyðugt hjá Álvi at rópa, fyri at fáa okkum at lurta og akta. Vit høvdu stóra virðing fyri Álvi. Álvur var ein miðalhøgur og prúður maður við tjúkkum, myrkum hári og stórum, myrkum fullskeggi. Við fyrsta eygnabrá sýntist hann tí sera álvarsamur og strangur, men hansara myrku eygu vóru tó blíð, eins og hansara smíl, og avdúkaðu hansara róliga, blíða og skemtingarsama sinn.
Álvur var sera fevnandi sum lærari. Hann var góður við okkum øll. Haraftrat hevði hann framúr evni at læra frá sær, og hevur Álvur lært okkum nógv, bæði í føroyskum og enskum.
Nevnast kann, at hann nýtti ymiskar orðingar til ymiskt í sambandi við mállæru og rættstaving, ið bar við sær, at hesar orðingar enn sita so rimmar fastar hjá okkum. Eitt nú plagdi hann at siga, at “fingið” hevði fingið ð. Hann lærdi okkum eisini um munin á “vegur” og “veður”, sum jú úttalast eins. “Vegur” hevur g, tí g peikar niður á vegin, meðan “veður” hevur ð, tí ð peikar upp móti luftini.
Álvur hevði eisini evnini at kenna á sær, tá skúladagurin var um at verða liðugur, og vit vóru troytt og ikki høvdu orku at sita og gera okkara skúlaarbeiði í tímanum. Hesum tók hann eisini atlit at. Tá plagdi hann mangan at geva okkum “farvæl-spurningar”, har hann setti okkum øllum spurningar av ymiskum slag. Svaraðu vit rætt, sluppu vit at fara heim. Glað vóru vit. Farvæl-spurningarnir fevndu tó ikki bert um føroyskt sum lærugrein. Nógvir av spurningunum vóru um almenna vitan, samfelagsviðurskifti og mentan, og var hetta við til at geva okkum størri innlit í samfelag, mál og mentan. So, hóast vit vóru troytt og ikki orkaðu at sita og lesa ella gera mállæru, lærdu vit nógv gjøgnum farvæl-spurningarnar, sum okkum øllum dámdi so væl.
Øll minnast vit “sjórænara-søgurnar”, tí frásøguevnini hevði Álvur, sum fáur. Øll sótu vit pinnastill við stórum eygum og oyrum og lurtaðu, tá hann segði frá sjórænara-søgum. Hann dugdi so væl at gera tær spennandi. Hann byrjaði søgurnar spakuliga, ja nærum teskandi. So hvørt, sum søgan gjørdist meiri og meiri spennandi, gjørdist røddin á Álvi harðari og harðari, og endaði søgan altíð við, at hann kløkkaði okkum. Vit elskaðu sjórænanara-søgurnar, og soleiðis minnast vit, og mong við okkum, Álv.
Eisini hava vit gingið mangar gongutúrar saman við Álvi í náttúruni kring Tvøroyri, har hann greiddi frá ymiskum, ið vit sóu á túrunum. Vit vóru millum annað í Hvannhaga, í plantaguni í Trongisvági og spákaðu okkum inn eftir Ovaravegi. Eisini vóru vit kai-túr, har vit vitjaðu eitt russiskt hjálparskip, ið lá við kai. Haðani stavar myndin, ið er løgd við her.
Á jóansøku 2019, 20 ár eftir, at vit vórðu liðug í fólkaskúlanum, hevði okkara flokkur floksveitslu. Vit ynsktu sjálvandi, at Álvur skuldi vera partur av degnum. Dagurin byrjaði tí við, at flokkurin hittist í Tvøroyrar skúla, har Álvur vísti okkum runt í gomlu flokshølunum og gjøgnumgekk nakað av føroyskari mállæru og rættstaving. Løtan endaði sjálvandi við farvæl-spurningum.
Hóast Álvur var einasti lærari, vit høvdu øll 10 árini í fólkaskúlanum, var hann ongantíð okkara flokslærari, um enn vit dúgliga júkaðu. Hann var jú tann, ið hevði okkum longst og kendi okkum best. Somuleiðis var hann tann, ið vit høvdu størst tokka til og álit á.
Góði Álvur, hvíl í friði og takk fyri allan lærdómin og minnini!
Við djúpastu samkenslu við teimum avvarandi: Maluni, Mortan, Rakul og abbadøtrunum.
Vegna “Class of ’99”, Mary K. Cazabon (Skinnið).
Facebook viðmerkingar