Næstu digitalu nomadarnir, Trym og Ane koma til Vágs í mars

Vagur.fo: Í mars koma aftur tveir digitalir nomadar til Vágs.

Hesa ferð er talan um Trym Langballe og Ane Tømmerås úr Noreg, sum koma umvegis Arctic Digital Nomads stuðulin. Tey fara at arbeiða og búgva í Vági í nakrar vikur.

Eins og við undanfarnu nomadunum verður starvsstaður teirra í skrivstovulandslagnum hjá Vágs kommunu í SEV húsinum.

Trym og Ane hava stóran áhuga fyri ítrótti og gleða seg at uppliva føroysku náttúruna.

Sum partur av uppihaldinum fara tey at skipa fyri eini verkstovu, har tey fara at deila sínar royndir og geva íblástur til onnur. Meira kunning um hetta verður givin seinni.

Vágs Kommuna gleðir sjeg at bjóða Trym og Ane vælkomin og at síggja tey gerast ein virkin partur av býnum.

Digitalu nomadarnir koma í gjøgnum NORA-verkætlanina, sum Vágs Kommuna er partur av. 

Facebook viðmerkingar