Tilbúgvingarleiðarar og bjargingarfeløgini í Suðuroynni heita á fólk um at taka upp tað, sum liggur og sløðist.
Ein týðandi partur í at fyribyrgja stormskaðar er at taka upp tað sum liggur og sløðist.
Heitt verður tí á fólk um at taka upp, soleiðis at tað ikki liggur og kann skapa óneyðugan vanda, nú tað verður boðað frá nógvum vindi ónsdagin.
Frá Veðurstovu Føroya:
Fyrrapartin veksandi vindur sunnaneftir upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin gongur hann vesturum til útsynning og veksur vindin móti kvøldið upp í skrið ella storm, 18 til 23 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Um náttina minkandi vindur til hvassan vind ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s. Hitin 7 til 10 stig.


Facebook viðmerkingar