Svar frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-58/2026 frá Sirið Stenberg løgtingskvinnu, um atgongd til landbúnaðarskeið
Spurningarnir vóru soljóðandi:
- Hvussu er atgongdin hjá suðuroyingum og øðrum, sum búgva, har tað ikki er landfast, til komandi landbúnaðarskeiðið?
- Um landsstýrismaðurin ikki metir hesa atgongd vera nøktandi, hvørji stig ætlar hann so at taka?
Svarað verður undir einum:
Búnaðarstovan arbeiðir støðugt við at menna og betra um innihaldið og undirvísingina á landbúnaðarskeiðinum. Búnaðarstovan hevur, grundað á undirvísingartilfarið, dygdina á sjálvari undirvísingini, játtanina til skeiðini og úrslitini frá fyrrverandi landbúnaðarskeiðum, gjørt av, at tað á komandi landbúnaðarskeiðum ikki ber til at fylgja undirvísingini við fjarlestri.
Avgjørt er tó, at undirvísingin verður bandað, so at luttakarar, sum av serligum orsøkum ikki fáa lutttikið í sjálvari undirvísingini, kunnu innheinta tað, teir hava mist.
Landsstýrismaðurin metir tað hava alstóran týdning at tey, sum búgva í Suðuroy ella útoyggj, skulu kunna taka landbúnaðarskeiðið undir treytum, sum ikki seta tey verri enn tey, sum búgva í meginøkinum.
Í hesum sambandi fer landsstýrismaðurin at heita á Búnaðarstovuna um at meta um, hvørt partar av komandi landbúnaðarskeiðum kunnu verða veittir við fjarundirvísing, uttan at hetta gongur útyvir dygdina av undirvísingini.


Facebook viðmerkingar