
Í gjár skipaði Skótaliðið Royndin fyri grækarismessuhaldið í Vági. Vegna keðiliga veðrið varð haldið ikki hildið á minnisvarðaøkinum, men flutt inn í Miðlatún. Marita V. í Lágabø beyð vælkomin, og kirkjukórið Ljómur framførdi nakrar sangir. Harumframt vóru felagssangir á skrá. Grækarismessurøðuna helt vágbingurin Heri Mortensen, sum er deildarleiðari á SEV.
Lesið røðuna niðanfyri.
Á Grækarismessu 2025
Góðu áhoyrarar,
Okur eru savnað her í dag fyri at hátíðarhalda Grækarismessu, ein dagur, ið hevur serligan týdning fyri okkum øll. Grækarismessa, sum er 12. mars, er dagurin, tá ið okur fagna komu tjaldursins, okkara kæra tjóðfugl. Hetta er eitt tekin um, at várið er ávegis, dagarnir eru longri og ljósari, og lyndi hjá flestum okkara lætnar.
Várið er ein tíð, har náttúran vaknar til lívs aftur, tað sprettur rundan um okun, og okur kenna eina nýggja orku og gleði. Tað er eisini ein tíð, har okur kunnu hugsa um okkara egnu ætlanir og mál, og hvussu okur kunnu menna og betra um okra umhvørvi og samfelag.
Meðan okur gleða okkum um vársins komu mugu okur tíverri eisini viðurkenna at geo-politiska støðan í heiminum er nógv broytt.
Antonio Guterres, aðalskrivari í ST, segði soleiðis á talu síni hjá World Economic Forum í januar:
‘’Men lat okkum vera erlig. Tá ið okur hyggja at støðuni rundan um í heiminum, er ilt at síggja skilagott samstarv og samskifti. Og, kanska, ikki nóg mikið av viti og skili.
Hóast framstig á nógvum økjum – íløgur í varandi orku, tøknilig framstig, heilsuframstig – so versna nógvir av heimsins trupulleikum.
Okur standa yvir fyri vaksandi geopolitiskum sundurbýtingum, vaksandi ójavna og álopum á mannarættindi.
Okur síggja eina margfalding av konfliktum, nakrar av teimum, sum leiða til eina umskapan av ymiskum økjum í heiminum – ikki minst Miðeystri.
Tað er endiliga eitt sindur av vón, tá ið vápnahvíldin og avtalan um útflýggjan av gíslum í Gaza fer fram – og Okur arbeiða fyri at fáa tað neyðhjálp, sum er desperat tørvur á.
Frá Miðeystri til Ukraina til Sudan og víðari standa okur enn yvir fyri brattum stríði.‘’
Og víðari sigur hann:
‘’ Tey av okkum, sum livdu ígjøgnum Kalda Kríggið, minnast áratíggju við óttanum fyri kjarnorkuoyðing.
Men tá ið tað kemur til eksistentiellar hóttanir, er kjarnorka ikki longur einsamøll.
Í dag standa okur yvir fyri tveimum nýggjum álvarsomum hóttanum, sum krevja nógv meira altjóða uppmerksemi og handling, tí tær hótta við at umskapa sjálvt lívið, sum okur kenna tað, nevniliga veðurlagskreppa og óstýrd útbreiðsla av Vitlíki /ella AI.’’
Við hesum sigur Antonio Guterres at verandi gongdin í orkunýtslu er í ferð við broyta livilíkindini á okkara planet og at útlitini fyri einum skifti til burðadygga orku í stórum parti av heiminum síggja alt annað enn bjørt út, um okur ikki gera meira enn okur gera nú. (USA/Trump og Týskland/F.Merz, vilja taka ferðina av orkuskiftinum).
Og at Vitlíki, hóast eyðsýndar fyrimunir innan millum annað útbúgving, íðnað, landbúnað og verju, eisini kann bliva ein hóttan um tað ikki verður stýrt og regulera. Tað kann vera brúkt til svik, órógva heimsins búskapir, skeikla álit millum fólk, stovnar og lond, og kann dýpa ójavna við at útihýsa teimum, sum ikki hava tilfeingi ella amboð at fáa ágóðan av hesum.
Og at enda sigur hann soleiðis:
‘’Nú er tíðin komin at vakna til hesar eksistentiellu avbjóðingar – at møta teimum og umskapa tær til framstig og vælferð fyri øll. Sum eitt altjóða samfelag mugu okur liva upp til hesa ábyrgd.‘’
Boðskapurin hjá ST aðalskrivaranum er púra greiður og je fari at hugleiða eitt sindur um hvat okur í Føroyum og eisini her suðuri kunna gera fyri at liva upp til boðskapin.
Sum deildarstjóri í SEV, havi eg serliga áhuga í grønu orkuni og nýggju tøknini, sum okur arbeiða við. Fyri yvir hundrað árum síðani tóku okkara forfedrar her á staðnum stig til fyrsta elverk í Føroyum, vatnorkuverkið í Botni. Suðuroyggin er seinastu árini aftur blivin er førandi innan slóbrótandi tøkni, og okur hava gjørt stór framstig fyri at fáa mest møguligt av vindorku til høldar. Í 2024 vóru næstan 2700 tímar, ella 111 døgn, har streymveitingin var 100% vindorka, tað er næstan ein triðingur av árinum. Hetta er stórt avrik, og okur eru sera errin av hesum.
Elverkið í Botni hevur verið úr rakstri síðan apríl í fjør tí verkið verður dagført við tveimum spildur nýggjum turbinum. Verkið verður í ár 104 ár, og hetta er aðru ferð, at verkið verður dagført við nýggjum turbinum. Væntandi fara nýggju turbinurnar at mala í heyst. Tá vera enn fleiri tímar við 100% varandi orku.
Eisini hava okur nýggjar verkætlanir á Vágsverkinum, sum síðan byrjan í 1983 hevur verið rikið við tungolju. Nú gera okur eina roynd at brenna gassolju, sum er væl reinari og ikki skal upphitast í goymslutangunum. Gassoljan gevur minni útlát av skaðiligum evnum, okkum øllum og umhvørvinum til gagns. Royndin fer at vara í 1-2 ár, og so verður tikið samanum og væntandi avgerð tikin hvørt, tað skal haldast fram við tí reinaru gassoljuni.
Eitt nýtt stig á grønu kósini hjá SEV kann eisini blíva í Vági. SEV arbeiðir saman við stórum motorframleiðara við at kanna, um tað ber til at seta nýggjar motorar upp í Vági, sum brenna ‘grønt’ brennievni. Motorframleiðarin hevur eftirlýst einum royndarstaði á landi, har tað vil fella lættari at gera mátingar og royndir við nýggju tøknini enn tað er umborð á einum skipi úti á havinum, og Sev hevur víst á at hetta millum annað kundi verið í Vági. Verður ætlanin til veruleika, fer hetta at vekja stóran áhuga internationalt og hava stórar ringvirkningar í lokalumhvørvinum.
Hesi stigini kunnu gera alla elframleiðsluna í Suðuroy burðardygga, og kunna eisini brúkast í meginøkinum og føra Føroyar fram ímóti málinum um at øll elorka á landi skal vera framleidd úr varandi orkukeldum. Hetta er væl í tráð við boskapin hjá ST.
Orkubýtið hesa løtuna í Suðuroy? 99% Vindur og 1% sól.
Ofta verður sagt at tað kann gera tað sama hvat okur gera, tí okur eru so smá og tað ger hvørki frá ella til – hyggi bara eftir ‘Marine Traffic’ ella ‘Fligth Radar’, so sæst hvussu nógv skip og flogfør eru á ferð alla tíðina. Hvat muna okkara fáu skip og flogfør?
Eg eri ikki samdur – okur eru heimsborgarar og eiga at gera okra at fyri at betra um livilíkindini her á jørðini, eisini fyri okra eftirkomarar.
Hvørt einstakt individ kann gera mun, men teir góðar okur hava vunni, og tann komfort okur hava dagliga, vilja okur tregum av við, tak bilin sum dømi, hvat gjørdu okur uttan? Men sæð útfrá einum orkusjónarmiðið er bilurin ein øgiligur orku slúkur, nógv okkara, eisini undirritaði, taka bilin við allastaðni har okur fara og tað ber einans til tí hann hevur tað orkukeldu sum skal til fyri at flyta tað tonsi ella tvey sum hann vigar. Royni ein dag og takið eitt tons av jarni og plast við til arbeiðis uttan tað orkuna sum bilmotorurin hevur.. hvussu høvdi tit hugsa at gjørt tað – ella hvussu kundi ein komið sama strekkið frá A til B uttan bilin?
Um Vitlíki, ella AI – fyri flest okkara er tað nýtt og spennandi, og tað er ræðani hvussu effektivt tað er. Tað er vorðið partur av dagligdegnum og er væl betri enn eg sjálvur til skjótt at orða eitt bræv ella teldubræv, og ikki frítt at tað freistar í trongda arbeiðsdegnum, men – nær man je blíva til yvurs?
Herfyri hjálpti je við heima arbeiðið, uppgávan var ein stílur og okur sótu fleiri tímar, deilig samvera í familjuni, tosaðu um evni og blivu at enda liðnir og stílurin varð latin inn – á netinum. Av forvitni fór eg aftaná inn á telduna og spurdi AI um at skriva sama stíl, skrivaði nøkur stikkorð og ynski um tal av orðum, og ‘vupti’ eitt minutt seinni hevði eg stílin í telduni. Eg skal ikki meta um stílurin var betri ella verri enn tann sum okur brúktu tímar uppá, men eg dugi væl at skilja at skúlin hevur eina avbjóðing – hendan tøknin eigur ikki at vinna fram uttan at vera regulera og brúkt við skili. Gott at vita at skúlin fyriheldur seg kritiskt. Eins og ST aðalskrivarin ávarar um.
Annars brúka AI datasentrini úti í heimi sera nógvan streym og tað er eitt av kritikpunktunum. Men tey verða oftani bygd har sum bíligur grønur streymur er til taks. So AI og burðardygd hanga eisini saman.
Samanumtikið hava okur nógv at gleðast um og vera errin av. Her er sera gott at liva og búgva, óiva millum friðaligastu støð í heiminum og samanhald okkara millum styrkir.
Eg haldi okur eru á røttu kós við orkuskiftinum, og tað vera gjørd stór fet rætta vegin. Lat okkum halda fram við at arbeiða saman fyri at menna okkara heim og tryggja eina bjarta framtíð fyri komandi ættarlið.
Takk fyri, Skótaliðið Royndin fyri framhaldandi at fyriskipa Grækarismessuhald og fyri tykkara áhaldandi sjálvboðna arbeiðið, tað var mær ein heiður at verða biðin at halda røðu.
Gleðiliga Grækarismessu
Facebook viðmerkingar