Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni

Gýtingarøkini hjá toskinum á Landgrunninum eru gul á myndini; á Norðhavinum, vestan fyri Mykines og í Vágahavinum. Grøna økið er vanliga útbreiðsluøkið hjá vaksna toskinum. Fyrstu árini veksur toskurin upp inni við land. Hetta uppvakstrarøkið er brandgult á myndini.

Havstovan: Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár.

Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir fiska á Norðhavinum og Vágahavinum. Tí fáa bátarnir nógvan tosk í løtuni.

Hóast bátarnir fáa tosk beint nú, so er toskastovnurin á Landgrunninum lítil. Men tað ber kortini til at fáa nógva veiðu onkran ávísan dag í góðum veðri, eins og vit hava hoyrt nakrar ferðir í vár.

Samlaða veiðan frá várróðrinum vísir seg at samsvara við støddina á toskastovninum ymsu árini. Tað sæst á grafinum niðanfyri, at sveiggj upp og niður í stovnsstødd, síggjast aftur sum sveiggj í samlaðu veiðuni frá várróðrinum. Veiðan í ár er t.d. minni enn ein fjórðingur av tí, hon var í 2002. Tá var toskastovnurin eisini munandi størri.

Veiðan av toski fyri tíðarskeiðið 1. januar til 20. mars hvørt ár síðani 1997, og støddin á toskastovninum á Landgrunninum. Veiðan í 2025 er góð 2 túsund tons pr. 20. mars (Kelda: Vørn). Tað sæst, at veiðan sveiggjar í takt við støddini á toskastovninum.

Gýtingin varar vanliga einar tveir mánaðir. Tá so gýtingartíðin er liðug, spjaðist toskurin aftur og fer heimaftur hagar, hann er komin. Tá minkar fiskiskapurin vanliga. Men er toskastovnurin væl fyri, tvs. stórur og við góðari spjaðing í aldurssamanseting, ber framvegis til at halda fram við lønandi fiskiskapi.

Men toskastovnurin á Landgrunninum er ikki væl fyri í løtuni. Bæði veiða og stovnsstødd eru minkað niður í lítið og onki seinastu árini.

Ein ávís øking er kortini í veiðuni frá 2024 til 2025, og vónandi heldur hendan gongdin fram.

Facebook viðmerkingar