
Ónsdagin vitjar Eyðun Klakstein, venjari hjá Á-landsliðnum hjá monnum í fótbólti í Suðuroynni.
Kl. 15.30 venur hann leikararnar til úrvalsvenjingina kl. 15.30 á Eiðinum, sum er nýtt tilboð, ið feløgini saman við FSF standa fyri.
Kl. 19 venur Eyðun u15/u17 í Marghøllini.
Kl. 20.30 er almenn fótbóltskafe í Biskupskelduhúsinum. Har Biskupskelduhúsið er karmur um hugnaliga løtu við fótbóltspráti
Eyðun kemur at greiða frá um tankarnar nýggja toymið hevur um A-landsliðið
Tiltakið er ætla øllum við áhuga í og um føroyskan fótbólt og møguleiki er eisini at seta Eyðuni spurningar.
Facebook viðmerkingar