Nýggi Broddur flotaður

15. apríl í 2024 varð Sumbiar Ítróttarfelag endurstovnað, tí áhugi var hjá gentum í Sumbiar Sókn at manna ein kappróðarbát.

Genturnar, sum vóru 12-14 ára aldur, mannaðu bátin Broddur, sum Niclas í Koltri smíðaði í 1974.

Tað gekk gott hjá gentunum á Broddi til allar stevnurnar í fjør og felagið gjørdi tí av, at fáa smíðað ein nýggjan Brodd hjá Terja Reinert Jacobsen.

Í dag varð nýggi Broddur so flotaður í Ónavík, har felagið hevur neyst.

Facebook viðmerkingar